Ræður og greinar

Sjálvstýrisstríð íslendinga (færeyska)

20.9.1998

Sjálvstýrisstríð íslendinga.
Vitjan í Føroyum
20. september 1998


Fyrst vil eg í røðu míni takka fyri, at hava fingið møguleika til at koma higar og røða um sjálvstýri Íslands og hvussu tað hevur ment seg.

Serliga vil eg takka føroyska starvsbróðuri mínum Signari á Brúnni fyri at hava boðið mær. Hóast tað er skomm at siga frá, er hetta fyrsta ferðin eg komi til Føroya, tó eg áður havi sæð tær føgru oyggjarnar bæði úr luftini og av sjónum, men aldrin áður havi eg sett fót her.

Meiri enn so hevur hugur mín staðið til at koma higar, síðan kona mín Rut Ingolfdóttir hevur ferðast kring oyggjarnar og leikað á fiól sína í kirkjum, samkomuhúsum og her í hesum húsi, sum í ár heldur fimtan ára føðingardag sín. Minnini, sum hon hevur havt heim við sær, eru fjálg og góð. Tey kunnu sum heild sigast at endurspegla tann tokka, sum íslendingar hava til grannar sínar og frændur í Føroyum. Tá nógv hevur staðið á, ikki minst eftir óhøpp og náttúruvanlukkur, hevur tað ongantíð svitast, at føroyingar hava sýnt vinskap sín, eisini í verki. Fyri tað verður aldrin fulltakkað.

Sambandið millum tjóðir okkara er styrkt og ment á gleðiligan hátt seinasta tíggjuára skeiðið. Tað myndast á ymsan hátt og er sjálvsagt ikki bundið av tí, sum fyriferst millum embætisfólk. Um miðjan august í ár vóru til dømis hildnir føroyskir dagar í Snæfelsbygdum við hin mikla Snæfelsjøkul, sum breiðir seg tignarliga út í ein vestan úr Reykjavík. Har var nógv og gott undirhald við luttøku úr Føroyum, millum annað spældi tónleikabólkurin Twilight fyri stúgvandi fullum húsum í Klifi í Ólafsvík. Tiltakið vakti verdugan ans, og var millum annað atvoldin til, at floksbróðir mín Árni Johnsen altingsmaður, sum er ótroyttandi í royndum sínum at styrkja sambandið landanna millum, skrivaði grein í Morgunblaðið, størsta dagblað okkara, og eggjaði til, at vit íslendingar røkja og økja samstarvið við føroyingar, og sýna teimum størstu virðing og vinarlag, tí vit eru á sama báti sum føroyingar, sæð mentanarliga og yvirhøvur, og lætt átti at verið fyri føroyingar og íslendingar at arbeitt saman, av tí at hugsanin er tann sama. Síðani tekur eldsálin Árni soleiðis til orðanna: „Tað er stórur fongur í tí, fyri okkum skjótlyntu íslendingar, at arbeiða saman við føroyingum í teirra stoisku og miðvísu ró."

Nú lesa og hoyra vit, at føroyingar vilja líta at royndum okkara, nú teir umhugsa at økja sjálvstýri sítt og broyta sambandið við danir. Vit íslendingar eru sjálvsagt áhugaðir í gongdini í hesum máli og mega styðja allar avgerðir hjá føroyska stjórnarvaldinum í hesum. Ikki er ætlan okkara, at verða partur í málinum, og allar minst vilja vit leggja okkum út í viðkvæmt politiskt orðaskifti um tað við føroyingar.

Við hesum orðum mínum, fari eg at royna at lýsa nakrar høvuðstættir, sum eiga at verða havdir í huga, tá litið verður at sjálvstýrisstríði íslendinga. Eg havi ongar fortreytir fyri at bera gongdina í Íslandi saman við tað, sum hent er ella hendir í Føroyum. Tað er greitt, at hjá báðum tjóðum hendi tað um miðju seinastu øld, at áhugin fyri tungumáli teirra og tjóðskapi vaknaði um somu tíð, sum frælsisvindar fóru um Evropu, tá einaveldiskongar avhendu vald sítt til fólkavald umboð.

Itamar Even-Zohar er ísraelskur fólkalívsfrøðingur, sum hevur lagt orku sína í at kanna støðu tjóða í útjaðaraøkjum. Føroyingar og íslendingar teljast millum slíkar tjóðir. Fólkalívsfrøðingurin hevur verið eina tíð í Íslandi og harafturat hevur hann vitja eitt annað oyggjaland í Norðuratlantshavi, Nýfundland. Hugsan hansara er tann, at útjaðaraøkini hava miklan tørv á at bróta sær veg inn á miðjuna. Hann tekur sjálvstýrisstríð íslendinga sum prógv fyri at tað hevur borið til. Hin vegin er hetta stríð fullkomuliga miseydnað í Nýfundlandi, tjóðin fór á húsagang, og nú er Nýfundland partur av Kanada. Í samrøðu við Morgunblaðið fyri stuttum tók Itamar soleiðis til orðanna:

„Hetta [royndirnar úr Nýfundlandi] er dømi um útjaðaraøki, sum eisini fer at vera tað framyvir. Tá koyrt verður í norðara parti av vesturstrond Nýfundlands er nú lítið annað at síggja enn bygdir í órøkt. Har er fátæksligt, og skjótt er at fáa kensluna av at vera staddur í triðjaheims landi. Har búði lutfalsliga múgvandi tjóð. Vit síggja slík útjaðaraøki víða, til dømis í Suðurfraklandi, í Bretagne eins og í USA. Fólk í hesum økjum hevur, hvørki politisk, ei heldur mentanarlig evni ella orku til at skipa seg og bróta sær leið inn á miðjuna. So leingi økini eru stjórnað úr miðjuni, av fólki sum er aðrastaðir, er eingin vón um at stað teirra og støða broytast.

Torført er at siga, hví Ísland kláraði hetta og Nýfundland ikki. Tað tykist sum munurin heilt einfalt er tann, at Nýfundlandi væntaði kreftir, sjálvsálit og trúgv á, at tað kundi verið á miðjuni. Hesum var hinvegin eingin skortur á hjá íslendingum. Søga tykkara er vissuliga ótrúlig. Hin viðurkenda hugmyndin um lut Jóns Sigurðssonar er sagnarkend, og verk hansara og søga sjálvstýrisstríðsins yvirhøvur, tørva at vera rannsakað betur."

Her ætli eg at skjóta inn ta frágreiðing, at Jón Sigurðsson er sjálvstýrishetjan hjá okkum íslendingum. Hann var kosin leiðari tjóðarinnar um miðju síðstu øld, vísindamaður í Keypmannahavn og altingsmaður, sum legði hugsjónarliga grund undir leið okkara til sjálvstýri. Tjóðardagur okkara, 17. juni, er føðingardagur hansara. So fær Itamar frá Ísrael aftur orðið:

„Vit kunnu til samanburðar ímynda okkum Tasmaniubúgva, sum fer yvir á meginlandið Avstraliu og fer at halda røður um, at Tasmania eigur at hava sjálvsstýri. Hesin maður verður valla tikin í álvara; væntandi hevði hann verið boðin til kaffi hjá onkrum embætismanni, og flestir høvdu bert smílst burtur øðru megin. Hvussu fekk Jón Sigurðsson fólk at lurta? Hví var hann tikin í álvara? Hann hevði einki bakland og kortini kundi hann skapa íslendingum eina framtíð. Hesum hevur ongantíð verið greitt frá. Vit vita heldur ikki, hvussu teir menn, sum skrivaðu um evni, sum komu hesum stríði við, fingu samband. Teir vóru valla meir enn 25 til 30. Vit vita ikki, hvussu tekstir teirra og gerðir skapaðu ta íslendsku tjóðartilvitskuna, sjálvsmynd tjóðarinnar. Vit vita ikki, hvussu hesir menn skipaðu seg og minst av øllum vita vit, hvussu teir komu til valdið. Tað ber til at síggja, hvat hesir menn hugsaðu um, men tað er verri at síggja, hvussu teir fingu broytt, hvussu íslendingar sóu sjálvar seg. Hetta er týðandi og forvitnisligt verkevni, sum higartil lítið hevur verðið arbeitt við her."

Mangt er soleiðis enn illa lýst, nú kannast skal til lítar, hví íslendingar valdu tað leið teir gjørdu, um tað mundi, sum kongur teirra loysti einaveldistakinum. Tann klassiska frágreiðingin er, at við íslendskari tungu vórðu serstakur tjóðskapur, serstakir siðir og serstøk mentan varðveitt. Við málinum hevði medvitið um serstøðu íslendinga mótvegis norðurlendskum brøðratjóðum alla tíðina liva í fólkinum. Íslendingar hava trúð tí, at serstakt mál og serstøk mentan skapaði teimum søguligan og náttúrligan rætt til fullkomið sjálvstýri.

Tá danir lýstu sambandi millum Ísland og Danmark á 19. øld, kallaðu teir Ísland biland ella hjáland. Sjálvir fóru danir spakuliga at vinna fram móti fólkaræði eftir 1830, og máttu tá taka avgerð um støðu Íslands í tí nýggja stjórnarkervinum. Íslendingar fingu, uttan at hava biðið um tað, tvey umboð á ráðgevandi ting kongs fyri donsku oyggjarnar. Har við var land teirra flokkað saman við oyggjunum millum Jútlands og Svøríki. Hetta bar í sær, at íslendskir akademikarar og studentar í Keypmannahavn fóru at stríðast fyri, at íslendingar fingu egið ráðgevandi ting í egnum landi og at altingið skuldi endurreisast. Hetta gjørdist veruleiki og í 1845 kom altingi saman í húsi latínskúlans í Reykjavík, skipað av bóndum og embætismonnum.

Við fall danska einaveldisins í 1848 hildu íslendingar undir leiðslu Jóns Sigurðssonar, at á sama hátt sum danska tjóðin tók við valdi kongs, átti íslendska tjóðin at taka við valdi hansara í Íslandi. Teir settu uppskot fram um, at boðað var til tjóðfundar, ið hevði sama vald í málum Íslands og grundlógargevandi ríkistingið í málum Danmarkar. Tjóðfundurin var hildin í 1851. Treytirnar danir har buðu íslendingum vóru ikki góðar, tí at støða Íslands skuldi vera lík amti í Danmark og vald altingsins hitt sama sum kommunustýri har á landi. Hesum uppskoti og framferð dana mótmælti Jón Sigurðsson og stóri parturin av fundarfólkinum.

Eingin niðurstøða fekst á hesum fundi og danskt stjórnarvald, ríkisdagur og stjórn, fóru við íslendskum málum sum teimum hóvaði best og tað ráðgevandi altingið fekk somu støðu móti hesum umboðum danska fólksins, sum tað hevði havt áður mótvegis kongi. Økta frælsi hjá danska fólkinum í teirra egna landi, gjørdist til, at tað fekk yvirharradømi í íslendskum málum, sum tað aldrin áður hevði havt, heldur høvdu málini verið í hondum kongs. Ætlan íslendinga var at flyta valdið úr hondum kongs, inn í egið land og í hendur íslendsku tjóðarinnar, og ikki í hendurnar á danska stjórnarvaldinum.

Til endans varð so, at danski ríkisdagurin og kongurin í 1871, uttan samtykki frá altingi og uttan at lógin var viðgjørd har, samtyktu lóg um stjórnarligu støðu Íslands í ríkinum. Hon segði, at Ísland er óloysandi partur av danska ríkinum við serligum landarættindum, og síðan vóru sermál Íslands tikin fram; tey vóru lógar- og dómsvald, tó ikki hægstirættur, kirkja, skúlar, heilsumál, kommunumál, samferðsla, vinnuvegir, skattur, almennar ognir og stovnar. Tá var sett á stovn landshøvdingaembæti, sum í amtmansins stað, fekk hægsta vald í Íslandi. Støðulógin var ikki løgd fyri altingið og hesum mótmælti altingið í 1871 undir leiðslu Jóns Sigurðssonar og gjørdi kunnugt, at hon kundi ikki vera bindandi fyri Ísland.

Í hvussu so var og ikki, so var tað støðulógin, sum gav Íslandi sess í Danaveldi fram til 1918, tá sambandslógin kom í hennara stað. Tak dana á íslendingum í hesa knøppu hálvu øld frá 1871 hevur verið lýst soleiðis, at harradømi teirra hvíldi í ongum uttan valdi, berum harðræði, frá tí sum hægri var.

Kongur setti, við samtykki frá donsku stjórnini og eftir boðum hennara, í árinum 1874 stjórnarskrá um sermál Íslands. Hesar grundlógarviðtøkur seta enn stóran dám á íslendsku grundlógina. Tað hevur ongantíð, tó at tjóðin hevur fult sjálvræði, verið politisk semja um at endurskoða hana, hóast áhaldandi royndir til heildarendurskoðunar hava verið gjørdar og nógvar grundlógarnevndir hava sitið.

Ráðharrastarvið fyri Ísland var um seinasta aldarmót eykastarv eins og fyri ráðharrarnar í donsku ríkisstjórnini. Ráðharrin bar ikki ábyrgd mótvegis altinginum og lógir, sum altingið samtykti, vóru ofta sýttar av kongi. Landshøvdingin lútaði fyri vilja donsku stjórnarharrana í øllum, sum veruliga hevði týdning. Magnús Stephensen, sum sat við landshøvdingaembætinum longst, segðist hava verið eins og lús millum tvær negl, altingsins og donsku stjórnarinnar.

Tað var ikki fyrr enn eftir stjórnarskifti í Danmark í 1901, tá parlamentarisk stjórn kom til valdið og í henni sótu menn, sum kendi onkrar íslendingar frá lestrarárunum í Keypmannahavn, at danska stjórnin heimilaði altinginum at velja, hvørt tað vildi heldur, at Íslandsráðharrin var búsettur í Íslandi ella í Keypmannahavn. Valdi altingið Reykjavík og Hannes Hafstein var fyrsti ráðharri Íslands, sum búsettist har til tíðliga í 1904,og tá fór landshøvdingaembætið so í søguna.

Um aldarmótið 1900 búðu knapt 7.000 fólk í Reykjavík og uppmóti 80.000 í øllum landinum. Tá kom til tøkniliga øki vóru íslendingar millum tilafturskomnastu tjóðir í Evropu, 80% av fólkinum livdi av djórahaldi og fiskiskapi, 7% av ídnaði og 9% av handli og tænastu. At kalla eingir vegir vóru í landinum og í roynd og veru kendu landsmenn neyvan hjólið. Hetta broyttist skjótt fram móti aldarmótinum sum fiskiflotin varð mekaniseraður og keyptir vóru trolarar við guvumotori. Fram móti 1918 var tann broyting hend, at næstan allur fiskiskipaflotin var motordrivin. Handilin var í vaksandi mun fluttur yvir á íslendskar hendur um hetta mundið. Lóg um skúlaskyldu kom í gildi 1908, og árið 1911 var Háskóli Íslands stovnaður.

Tað sigur seg sjálvt, at vend kom í menningina av íslendska samfelagnum, eftir at ráðharrin var vorðin íslendskur við búðstaði í Reykjavík. Tað økta stjórnarliga sjálvstýri var orsøk til, at nýggj megi førdist í andligt og verkligt framtak tjóðarinnar.

Stríðið um støðuna innan danska ríkið helt tó fram. Nú snúði tað seg mest um, at ráðharrin skuldi bera lógir og týðandi stjórnarfyriskipanir upp fyri kong í ríkisráðið. Hetta var tulkað soleiðis, at viðurkent varð, at Ísland var partur av donsku ríkisheildini, tá danskir ráðharrar kundu leggja seg út í íslendsk mál. Danskt flagg veittraði í Íslandi. Danir ásettu krónuna . Danski hægstirættur hevði ovasta dómsvald í íslendskum málum. Donsk verjuskip vardu sjómarkið, sjálvt hernaðarverjan var í teirra hondum. Danir høvdu uttanríkismál Íslands sum heild í sínum hondum. Íslendskur ríkisborgararættur var ikki viðurkendur, bert danskur, og danir høvdu sama rætt í Íslandi sum íslendingar.

Harðlig var viðgerðin á altingi um, hvør støða íslendinga skuldi vera í donsku ríkisheildini. Fekst semja um hetta við danir í 1907 og Hannes Hafstein viðmælti at taka undir við tí. Hesum var havnað við stórum meiriluta við vali í 1908. Tað valið førdi til mikið rumbul í sjálvstýrisstríðnum.

Í 1913 heimilaði kongur íslendingum at draga egið flagg á stong allastaðni í landi sínum og innan sjómark. Tað var tó ikki fyrr enn í 1915 at íslendingar valdu at hava trýlitt tjóðarflagg , fram til tá høvdu teir nýtt bláhvítt flagg sum tjóðarmerki landsins.

Hóast tað ikki hevur verið tikið serstakliga fram her, er neyðugt at hava í huga, tá mett verður um støðutakanina hjá dønum, at teir gjarna tóku støði í áhugamálum sínum mótvegis týskarum í Suður-Jútlandi, í avgerðum um Ísland. Undir fyrra heimsbardaga, 1914 til 1918, høvdu Vestanveldini sum mál at økja um sjálvsavgerðarrættin hjá londum og ikki minst frælsi smátjóða. Danir vildu, at hesin rættur suðurjyda til at avgerða framtíð sína, varð viðurkendur. Tá var torført fyri teir at styðja hesi søk og samstundis havna sjálvstýriskrøvum íslendinga. Stuðlaði hetta mikið undir, at danska ríkisstjórnin tíðliga í 1918 legði upp til, at semja var gjørd við íslendingar um sjálvstýriskrøv teirra.

Hvør partur tilnevndi fýra menn til samráðingarnar. Teir nutu allir mikið álit í londum sínum. Samráðingar byrjaðu um summarið 1918 og altingið samtykti sambandslógina um heysti við øllum atkvøðum uttan tveimum. Kann eg hartil nevna tað, at abbi mín, Benedikt Sveinsson, var annar teirra, tí hann helt ikki, at nóg væl var møtt sjálvstýriskrøvum íslendinga við lógini. Tí næst fór fram fólkaatkvøða og lógin var samtykt við stórum meiriluta. Í Danmark var hon eisini samtykt á løgligan hátt, bert teir konservativu vóru ímóti. Var hon til seinast staðfest av kongi og kom í gildi 1. desember 1918.

Fyri Íslandi bar sambandslógin tað í sær, at tað var viðurkent av dønum, at Ísland var frælst og sjálvstøðugt ríki. Teir sleptu tí hugsan, at Ísland var óloysandi partur av danska Ríkinum. Landið var í roynd og veru leyst úr ríkisheild Danmarkar. Íslendingar gjørdu avtalu um felags kong, treytaða viðgerð dana í uttanríkismálum Íslands, javnrættindi fyri borgarar, dómsvald danska hægstarættar í íslendskum málum og danska sjóverju við Ísland, men teir kundu siga hesi felagsmál upp, antin beinanvegin ella eftir 25 árum. Í lógini var uttanveltaða støða Íslands í allar tíðir lýst og álit á hervernd dana til at fylgja hesum upp.

Beinavegin árið 1919 stovnaðu íslendingar sín egna hægstarætt. Teir tóku eisini skjótt sjóverjuna í egnar hendur. Viðgerðin av uttaríkismálum fluttist meir og meir yvir á íslendska stjórnarvaldið, hóast avgerðina í sambandslógini.

Hersetingin av Danmark várið 1940 førdi til, at altingið alt í einum sjálvt mátti taka sær av umsiting kongsvalds, viðgerð av uttanríkismálum og verju av sjómarki, alt var flutt til landið. Í 1941 var gjørdur verndarsáttmáli millum ríkistjórnir Íslands, USA og Bretlands, har amerikonsk herlið tóku sær av at verja Ísland í stað bretska hersins, sum hevði hertikið landið eftir fall Danmarkar. Var tann avtalan tulkað sum viðurkenning amerikumanna og breta av fullkomna frælsi og fullveldi Íslands.

Sambært sambandslógini kundu íslendingar slíta øll bond við danir árið 1943. Eftir ynski frá amerikanum var hetta útsett til árið 1944. Nýggj grundlóg fyri lýðveldið Ísland var fyrireikað og gjørt varð uppskot um avtøku av sambandslógini frá 1918. Síðani var fólkaatkvøða um sambandsslit og stovnan av lýðveldi. Nærum allir veljarar søgdu seg fylgja slitinum og lýðveldinum, sum síðan var stovnað á føðingardegi Jóns Sigurðssonar, tann 17. juni 1944.

Eg veit ikki, hvat føroyingar halda seg kunna læra av hesi søgu. Eg fari so at draga hana saman á henda hátt nú til endans.

Í fyrsta lagið er eyðsýnt at sjálvstýrisstríð ber ikki til at føra uttan viljin er savnaður um at lata hugsjónina verða til veruleika. Hvussu hon kyknar í brósti á heilari tjóð kann tykjast øðrum ein gáta, men fyri tey, ið standa í stríðnum tykist málið at vera einfalt og greitt.

Í øðrum lagi er leiðin móti málinum ikki altíð eyðsýnd. Hjá íslendingum var hetta íbirt av royndini at fáa støðu sína innan donsku ríkisheildina skilgreinda eftir egnum treytum. Teir vildu sjálvir taka við valdinum eftir kong og ikki hava danska ríkisstjórn sum millumlið. Innan hesi mørk eru ivaspurningar sum kunna elva til hart tjak harheima. Úrslitið av valinum í 1908 tá Hannes Hafstein, fyrsti ráðharrin tapti dyggiliga, av tí at hann var hildin at ganga dønum ov mikið á møti, minnir á, at eingin hevur sessin tryggan í politikki.

Í triðja lagi mega menn leggja seg eftir at útgreina fløkt mál á einfaldan hátt fyri mandantum sínum, veljarunum, tí teir hava síðsta orðið. Broytingar viðvíkjandi ríkisstøðu í tjóðsamfelagnum verða ikki avgjørdar uttan við fólkaatkvøðu.

Í fjórða lagi mega allar avgerðir vera í trá við við altjóða streymar og taka støði í áhugamálum hjá tveimum ella fleiri ríkjum sum eiga lut í málinum.

Í fimta lagi kunnu menn ikki vita, hvørja ávirkan broytingin fer at hava. Lætt er at hava fyri sær ta mynd, at við broytingunum fylgir mikil vandi og tess vegna er óráð at arbeiða fram móti teimum. Hendan váða mugu menn vera klárir at taka. Gjørd vera krøv til, at ávíst verður, at ytra og innara trygd ríkisins er tryggjað við skilagóðum skipanum, har fíggjarlig sveiggj hvørki verða útilokað ella tíðarbundin vandi.

Góðu áhoyrarar!

Eg havi her sett fram tað, sum kemur í huga mín, tá roynt verður at lýsa sjálvstýrisstríð íslendinga í stuttum. Søgan vísir at vit tóku rættar avgerðir. Við endan á hesi øldini er Íslandi ikki mest tilafturkomna land í Evropu, heldur er tjóðin í fremstu røð, tá nýttur verður altjóða mátistokkur til at meta lívskor tjóða, á fimta plássi á mátistokki OECD um fíggjarlig kor, og á sama plássi tá Sameindu tjóðirnar bera saman lívskor í víðastu merking. Í útbúgving og tøkni standa vit frammaliga, og okkum hevur eydnast at tryggja trygd okkara og vernd, bæði við limaskapi í NATO og í avtalu við USA.

Hvørki Jón Sigurðsson ei heldur aðrir, sum leiddu sjálvstýrisstríðið, hava kunna órað tað, at íslendingar við aldarskiftið fóru at vera í teirri støðu, sum søgan sýnir. Í mínum huga er eingin ivi um, at sjálvstýri hevur ikki átt minni tátt í tí enn sjálvsálitið.

Þýtt hefur á færeysku
Lena Reinert



Senda grein

Greinasafn